Lýsing
Vit sóknast eftir lærlingi til byggibúðina hjá Bygma Balslev.
Vit bjóða tær eitt spennandi og mennandi lærupláss, á einum arbeiðsplássi har eingin dagur er líka.
Tær nýtist ikki at kenna til okkara vørur frammanundan, men eitt forvitni at læra og eitt opið sinn eru ein fyritreyt.
Uppgávurnar hjá tær vera bæði fjølbroyttar og avbjóðandi, og tú verður ein lyklapersónur í okkara toymi.
Tú ert við til at taka avgerðir um víðari menning og optimering av vøruúrvali. Harumframt fært tú royndir við goymslustýring, innkeypi, logistikki og marknaðarføring.
Í lærutíðini fært tú ábyrgd av egnum vøruøkjum í einum av mest fjølbroyttu og spennandi handlum í Føroyum.
Byggibúðin er partur av Bygma Balslev, ið er størsti veitari av byggitilfari og tilhoyr til bygging í Føroyum. Fyritøkan fevnir eisini um handverkarabúðina, timburdeildina, gólvdeildina, goymsluna og Bygma í Suðuroy. Tilsamans starvast 85 fólk í Bygma Balslev.
Søk nú
Set teg í samband við Birnu S. Eyðsteinsdóttir, leiðara í byggibúðini, á tel. 345046 ella bse@balslev.fo.
Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast til bse@balslev.fo í seinasta lagi mánadagin 31. august 2026.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.