Lýsing
Søkt verður eftir:
- námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv vegna farloyvi skúlaárið 2026/27 til Skáan. Skáin er eitt lið
millum skúlan og serskúlatilboðið. Setanarbrotið er 0,6.
Vit leita eftir tær sum hevur hesar førleikar
- megnar at samstarva og samskifta - er til reiðar at menna teg sjálvan og skúlan
- hevur ein jaligan hugburð til næmingar og undirvísing
- dugir at fevna ymisleikan og taka ábyrgd
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, skal vera námsfrøðingur; umsøkjarar, sum hava royndir við sernámsfrøði hava møguligan fyrimun. Um ongin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett ístaðin. Barnaváttan krevst í samband við setanina.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 12.11.2026 kl. 16:00
Umsóknir verða stílaðar við telduposti til Kristionnu Vinniedóttir Kristianna.vinniedóttir@skulin.fo