Lýsing
Í Hósvík er ein stovnur við námsfrøðiligum, kreativum og kveikjandi upplivingum. Trivnaður, “grønur” kreativitetur og menning er okkara fakligheit og styrki. Á stovninum er góð hølisviðurskifti og uttanum øki er fantastiskt.
Vit hava tørv á:
- Einum starvsfólki til vøggustovuna 32–35 tímar um vikuna.
- Hevur tú ynski um annað tímatal, ert tú vælkomin at nevna tað í umsóknini. Vit eru opin fyri at finna eina felags loysn.
Vit ynskja enn fleiri starvsfólk ið:
- eru ágrýtin og hava hug og evnið til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið og hópin
- megna at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og avgerðir
- hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megna at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn, starvsfelagar og leiðslu
- eru nærverandi og fyrikomandi
- eru fleksibul í mun til kjarnu uppgávuna
Á stovninum er spæl, látur, motorikkur, umsorgan og nærvera okkara dagligdagur. Vit brúka náttúruna, bygdina, sandin og hagan, sum okkara felags triðja.
Vit arbeiða í smáum barnabólkum og vit tillaga okkara arbeiði eftir tørvi.
Á stovninum starvast í løtuni 6 námsfrøðingar og 6 hjálparfólk. Ein blandaður hópur av fittum og dugnaligum starvsfólkum. Vit eru opin fyri nýggjum hugsanum og trívast best, tá gerandisdagurin er væl litaður við alskyns fjølbroyttum litum og áhugaverdum avbjóðingum.
Setanarviðurskifti
Starvi verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Starvsbyrjan 31. august ella eftir nærri avtalu.
Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur Sunda kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Umsóknin skal, saman við prógvi, CV og viðmælum, verða Dagstovninum við Stórheygg í hendi í seinasta lagi 25.august.
Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 3
420 Hósvík
jona@sunda.fo
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jónu Guttesen, stovnsleiðara, á telefon 297255 ella vitja heimasíðu okkara storheygg.fo