Lýsing
Framleiðslu- & innkeypsleiðari til Varðan Pelagic
Vilt tú hava ein sentralan leiklut í rakstrinum av einum av størstu uppsjóvarvirkjum í Norðuratlantshavi?
Um starvið
Sum framleiðslu- og innkeypsleiðari hjá Varðanum Pelagic fært tú ein sentralan leiklut í dagliga rakstrinum á virkinum á Tvøroyri. Tú fært ábyrgd av framleiðsluni og verður við til at tryggja, at hon verður løgd til rættis og framd so væl og effektivt sum gjørligt.
Ein týðandi partur av starvinum er eisini innkeyp av rávøru. Tú kemur at arbeiða tætt saman við leiðsluni, sølupartinum og starvsfólkum tvørtur um virkið.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
- at hava ábyrgd av dagligu framleiðsluni og tryggja gott samstarv tvørtur um virkið
- at hava ábyrgd av innkeypi av rávøru til virkið; herundir regluligt samskifti við skip
- at tryggja ein effektivan og væl skipaðan rakstur og áhaldandi arbeiða við betringum av framleiðslu og arbeiðsgongdum
Vit leita eftir einum persóni, sum:
- hevur royndir frá fiskivinnuni, framleiðslu ella øðrum viðkomandi vinnuligum virksemi
- hevur gott innlit í framleiðslu, rakstur og vinnuna sum heild
- dugir væl at skapa og varðveita góð sambond
- trívist við ábyrgd og dugir at taka avgerðir í einum virksemi, har umstøðurnar kunnu broytast skjótt
- hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta við ymiskar fakbólkar og samstarvspartar
Vit leita eftir einum sterkum profili til starvið og eru opin fyri, at tínar royndir og styrkir kunnu liggja serliga innan framleiðslu, rávøruinnkeyp ella bæði. Endaliga ábyrgdarøkið verður tillagað við støði í førleikum og royndum hjá rætta umsøkjaranum.
Um Varðan Pelagic
Varðin Pelagic er eitt framkomið uppsjóvarvirki á Tvøroyri við fjølbroyttum fakbólkum innan m.a. framleiðslu, tøkni, góðsku og umsiting. Virkið er partur av Varðin-samtakinum og framleiðir uppsjóvarfisk til marknaðir kring allan heimin.
Setanarviðurskifti og umsókn
Tú verður partur av eini fyritøku, har vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum. Talan er um eitt fulltíðarstarv við møguleika fyri bæði persónligari og fakligari menning. Løn og treytir sambært avtalu.
Arbeiðsstaðurin er á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Tað kann væntast nakað av ferðing í samband við arbeiði.
Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rana Nolsøe Johannessen, umsitingarleiðara, á +298 291685 ella rnj@vardin.fo.
Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum kann sendast til hr@vardin.fo í seinasta lagi ónsdagin 23. september 2026.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.