Lýsing
Viðgerðarheimið Heilbrigdi søkir eftir náttarvakt í fast starv at arbeiða aðruhvørja viku
Um Heilbrigdi
Heilbrigdi er viðgerðarheim, sum síðan 1986 hevur veitt viðgerð til rúsevnismisnýtarar. Stovnurin hevur døgnopið allar dagar í árinum.
Lýsing
Sum náttarvakt á Heilbrigdi kemur tú at arbeiða við sjúklingum, sum eru undir avrúsan frá alkoholi og øðrum rúsevnum, umframt sjúklingum, sum eru liðugt avrúsaðir og farnir í grundviðgerð.
Talan er um vakna náttarvakt, har tú arbeiðir sjey nætur og síðani hevur frí í sjey nætur. Starvið er á 63 tímar aðruhvørja viku og arbeiðstíðin er frá kl 23:30 til 08:30
Vit vænta, at umsøkjarin
- hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
- hevur áhuga og hegni at arbeiða við rúsmisnýtarum
- er tænastusinnað/ur og fyrikomandi
- hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta við bæði sjúklingar og starvsfelagar
- hevur ábyrgdarkenslu og ynskir at vera við til at skapa tryggleika og góðan trivnað á stovninum
- hevur innlit í virksemið og ella arbeiðsroyndir á rúsevnisøkinum
- reina revsiváttan
- heilsufaklig útbúgving er ein fyrimunur
Vit bjóða
Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Starvið gevur góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið
Starvið verður lýst til setanar frá 1. november 2026 ella so skjótt sum gjørligt.
Heilbrigdi skilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um mett verður at skikkaður umsøkjari ikki hevur søkt.
Umsókn verður at senda til:
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Varðagøta 16
100 Tórshavn
Att.: Annika Holm, stovnsleiðara
ella teldupost: heilbrigdi@heilbrigdi.fo
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi seinast 25. september 2026
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Holm, stovnsleiðara, annika@heilbrigdi.fo ella á telefon 580379
Meira kunning um Heilbrigdi er at finna á www.heilbrigdi.fo