Rumbul
Útgivið
7. september 2026
Útgongur
21. september 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært

Lýsing

Rumbul er ein stórur og spennandi handil. Vøruúrvalið er sera breitt, og vit fáa javnan nýggjar vørur heim. Vit selja millum annað eina rúgvu av gerandisvørum, vørum innan vakurleika og hárroykt, og nógv annað. Alt fyri ein bíligan penga, sjálvandi.

Vit leita í løtuni eftir einum starvsfólki, sum hevur áhuga í at veita bestu kundatænastuna, fylla vørur í handilin og hjálpa okkum at halda handilin ruddiligan og innbjóðandi. Vit vænta sjálvandi, at tú ert fryntlig/-ur, røkin og ábyrgdarfull/-ur.

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna, og vit síggja gjarna, at tú kanst byrja sum skjótast.

Ljóðar eitt starv í Rumbli sum nakað fyri teg? So ert tú vælkomin at skriva nøkur orð um teg sjálva/n umvegis síðuna her.

Hevur tú spurningar um starvið ella starvssetanina, kanst tú venda tær til Olgu Arnfinnsdóttir, handilsleiðara, á telefon 261770.

Sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið