Sandoyar Ítróttarfelag B71
Útgivið
9. september 2026
Útgongur
1. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Brennir tú fyri ungdómsfótbólti – og hevur tú hug til at gera mun fyri okkara børn og ungu, í okkara góða felagskapi? So er tað kanska tær vit leita eftir!

Sandoyar ítróttarfelag, B71, søkir eftir einum høvuðsungdómsvenjara hálva tíð, innan fótbólt til komandi kappingarár.

B71 er eitt ítróttarfelag fyri alla Sandoynna og fevnir yvir c.a. 120 ungdómsíðkarar. Sum høvuðsungdómsvenjari hjá B71, skal tú vera við at tryggja at ungdómurin følir seg sum ein part av felagsskapinum, óansæð førleikar ella royndir.

B71 hevur nógvar dugnaligar og ambitiøsar ungar leikarar og harafturat nógvar leikarar sum fyrst og fremst eru við fyri tann sosiala felagsskapin. Allir spælarar skulu fáa dygdargóðar venjingar og føla seg sum ein part av felagsskapinum. Felagið hevur eina menningarætlan, sum arbeitt verður eftir.

Vit bjóða:

  • Eitt starv við spennandi avbjóðingum
  • Møguleika at mennast persónliga og fakliga
  • Møguleika at seta títt fingramerki á framtíðina hjá felagnum
  • Tær at verða partur av einum góðum felagsskapi

Arbeiðsøki:
Starvið sum høvuðsungdómsvenjari fevnir um, saman við ungdómsnevnd, starvsnevnd, 1. liðsvenjara og øðrum ungdómsvenjarum:

  • At skipa og leggja til rættis ungdómsarbeiðið hjá felagnum
  • Ábyrgdina at menna okkara ungu leikarar til framtíðarspælarar
  • Vegleiða ungdómsvenjarum og leikarum
  • Tryggja at venjingin er á hóskandi støði í ymsu aldursbólkunum
  • Eygleiða dystir og venjingar og vegleiða út frá tí, vera sjónligur á vøllinum.
  • Skipa fyri venjarafundum og luttaka á foreldrafundum
  • Hava samskifti við foreldraumboð

Umráðandi er at tú er arbeiðssamur, samstarvssinnaður og megnar at skipa títt egna arbeiði. Tú skal vera fyrikomandi og geva eitt jaligt íkast til felagið.

Førleikakrøv:

  • B venjara prógv
  • Koyrikort

Setanar- og lønarviðurskifti:
Talan er um eitt fastlønt hálvtíðarstarv, at byrja tann 01. februar 2027. Arbeiðsstaðurin er Inni í Dal, millum Skopun og Sand, har alt virksemi felagsins gongur fyri seg.

Tann ið verður settur í starvið, skal játta at barnaváttan verður umbiðin.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til formannin í felagnum, Búa Falkvard Clementsen, tlf. 216509 ella forkvinnuna í ungdómsnevndini, Miriam Fossdalsá tlf. +45 52165246

Umsókn við prógvum og lívsrensli skal vera felagnum í hendi seinast tann 01.11.2026. Umsóknin skal sendast til: samskiparib71@gmail.com.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið