Lýsing
Tjóðpallur Føroya leitar eftir einum framleiðara
Um starvið:
Framleiðarin hevur ábyrgdina av at leiða, skipa og fremja framførslur og virksemi, sum fara fram á Tjóðpalli Føroya. Framleiðarin hevur ábyrgd av øllum frá at fylgja við fíggjarætlanum og leiða framleiðslufundir, til at svara fyrispurningum frá ymsu starvsbólkunum, sum eru við í framleiðsluni.
Tjóðpallur Føroya er ein lítil stovnur, har øll starvsfólk mugu taka eina hond í, har tørvur er á tí, og tí er fleksibilitetur í mun til arbeiðsuppgávurnar týdningarmikil. Roknast má eisini við, at aðrar fyriskipanaruppgávur enn framleiðsla kunnu koma fyri.
Kvøld- og vikuskiftisarbeiði má væntast. Og tað verður nakað av ferðing. Framleiðarin vísir til leikhússtjóran.
Uppgávur:
- Verkætlanarstýring og verkætlanararbeiði á leikuppsetingum og øðrum verkætlanum.
- Fíggjarlig uppfylging av framførslum og øðrum virksemi/verkætlanum á Tjóðpallinum.
- Uppfylging og skipan av framførslunum hjá leikhúsinum
- Fylgja upp og vera sambindingarlið millum framleiðsluna og sjónleikarar og onnur fríyrkisfólk undir verkætlanartíðarskeiðunum
- Skipan, venjing og uppfylging av Front of House, tøkniligum avviklarum o.ø.
- Fyrireiking og framførsla av leikferðum
- Umsóknarskriving og frágreiðingar eftir lidnar verkætlanir
- Arbeiði sum pallstjóri/sýningarleiðari
- Annað umsitingarligt og fyrifallandi arbeiði
Persónligir eginleikar og førleikar
- Tú ert skipað/ur, loysnarorienterað/ur og hevur góðan førleika at føra uppgávur á mál.
- Tú hevur góðar samstarvsførleikar, og tær dámar at arbeiða tvørtur um faklig umhvørvi
- Ert trygg/ur í leiklutinum sum samskipari og leiðari av arbeiðsgongdum og hevur førleikan at vera greið/ur, tá tørvur er á tí.
- Tú megnar at taka tær av fleiri uppgávum samstundis og at varðveita yvirlitið í tíðarskeiðum, tá nógv hendir í senn.
- Tú ert sjálvstøðug/ur, ágrýtin og ábyrgdarfull/ur og hevur stóran arbeiðskapasitet
Fakligir førleikar
- Viðkomandi hægri útbúgving innan framleiðslu av framførandi listargreinum, mentanarfyrisiting ella samsvarandi
- Viðkomandi royndir kunnu standa í staðin fyri formliga útbúgving
- Royndir við leikhúsframførslum ella samskipan av øðrum mentanarligum framførslum ella stórum tiltøkum
- Vitan um fíggjarviðurskifti og royndir við uppfylging av fíggjarætlanum
- Góða skipanarliga fatan og góðar leiðsluførleikar.
- Megnar at samskifta væl munnliga og skrivliga á føroyskum/skandinaviskum og enskum
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðsumhvørvi við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum
- Eitt arbeiðspláss í stórari menning
- Avbjóðandi og fjølbroytt arbeiði í einum skapandi umhvørvi
Um arbeiðsplássið:
Tjóðpallur Føroya er tjóðarleikhúsið í Føroyum. Vit framleiða umleið fýra leikuppsetingar um árið og eru sum einasta framleiðandi leikhúsið innan yrkisleiklist í Føroyum ein virkin partur í føroyska mentanarlívinum.
Starvsupplýsingar
Starvið sum framleiðari verður lønt sambært avtalu millum fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag.
Um tú ynskir meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Harald Thompson Rosenstrøm við telduposti harald@tjodpallur.fo ella við fartelefon +298 515033.
Skriftlig umsókn saman við CV, viðmælum og skjølum um útbúgving skal vera Tjóðpalli Føroya í hendi í seinasta lagi 23. november. Umsóknin skal sendast til: umsokn@tjodpallur.fo
Starvið verður sett frá 1. januar 2027 ella skjótast, til ber, eftir hetta.
Starvsupplýsingar:
Arbeiðsgevari: Tjóðpallur Føroya
Starvsheiti: Framleiðari
Vavið á starvinum: 100 %
Umsóknarfreist: 25. november 2026
Samband: Harald Thompson Rosenstrøm, stjóri, +298 515033, harald@tjodpallur.fo