ATLANTIC AIRWAYS
Útgivið
26. december 2022
Útgongur
23. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eitt áhugavert og fjølbroytt summarstarv innan kundatænastu og ferðavinnu, og hevur tú eisini hegni og vilja til at veita viðskiftafólki eina fyrstafloks tænastu? So er tað møguliga tær, vit leita eftir til okkara Sølu & Kundatænastu komandi summar.

Atlantic Airways er ein dynamisk altjóða fyritøka, har kundatænasta og -røkt í heimsflokki eru hornasteinur undir øllum, vit gera. Hetta er ikki bara neyðugt, men altavgerandi fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so hevur tú nú møguleikan at gerast partur av og vera millum tey hepnu, ið hava dagligt samband og beinleiðis samskifti við okkara viðskiftafólk.

Starvið
Sum partur av Sølu & Kundatænastuni hjá Atlantic Airways verður tað tín uppgáva at:

  • Avgreiða ferðafólk í sambandi við fráferðir og komur hjá flogførum og tyrlum
  • Avgreiða fyrispurningar frá viðskiftafólkum
  • Arbeiða í bíleggingarskipanini Amadeus
  • Taka tær av ymiskum fyrifallandi uppgávum á deildini

Vit leita eftir tær, sum:

  • Hevur áhuga í kundatænastu og ferðavinnu
  • Ert smílandi og vinalig/-ur av lyndi
    Hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Hevur góðar telduførleikar
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
  • Trívist í umhvørvi, har tað ofta hendir nógv

Tað er eitt krav, at tú ert fylt/-ur 18 ár, og tað er somuleiðis eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).

Arbeiðstíð og -staður
Talan er um tímalønt parttíðarstarv í skiftandi vaktum, sum er tíðaravmarkað til summarhálvuna frá umleið 1. juni til 31. august 2023. Tó skulu tey, ið sett verða, til upplæring og skeið í mars 2023. Tá talan er um frítíðaravloysarar, ber ikki til at fáa feriu í avloysaratíðarskeiðnum.

Arbeiðstíðin er vanliga millum klokkan 06 og 21 allar dagar í vikuni, og tað kann vera neyðugt við úrtíðararbeiði.

Starvsstaðurin er á flogvøllinum.

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú hug at søkja summaravloysarastarv í okkara Sølu & Kundatænastu, trýst her. Umsóknarfreistin er 23. januar 2023.

Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Kristinu Fossaberg, leiðara fyri Sølu & Kundatænastuna, tel. 222 118, t-postur kristina@atlantic.fo, ella við Elina Sigvardsen, HR leiðara, tel. 213 702, t-postur elin@atlantic.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið