
Poul Michelsen P/F
P/F Poul Michelsen heldur til við Hoyvíksveg 74 í Havn. Umleið 60 fólk starvast her við tí endamáli at vera virkin á føroyska matvørumarknaðinum, og soleiðis tryggja kapping, góðsku og fjølbroytni.
Heilsøla
Stórt úrval av vørum
Kjøtbúðin
Altíð besta rávøra
Kaffiloysnir
Frískt kaffi allan dagin
Flutningur
Hvønn einasta gerðandisdag
STØRV





Send sjávboðna umsókn
UM OKKKUM
P/f Poul Michelsen ella bara PM, sum heilsølan ofta verður nevnd millum manna, varð stovnað í 1974. og hevur sítt virkisøki og kundar kring alt landið. PM er skipað í 5 deildir: Søludeild, Innkeyps-, Fíggjar-, Goymslu- og flutningsdeild.
PM eigur trý dótturfeløg: Flutningsfyritøkuna Atlas Flutningur, sum koyrir kring alt landi, PM Pluss, sum tekur sær av reingerð av stovnum, skrivstovum, handlum, vinnu- og framleiðslufyritøkum.
Veitsla.fo, ið útleigar alt til veitslur og P/f Kjøtbúðina, sum millum annað framleiðir tí vælumtóktu rullupylsuna, kjøtpylsu, kjøt– og fiskafars.
Hjá PM eru umleið 43 ársverk, Atlas flutningi, 11 ársverk, PM Pluss 80 ársverk og Kjøtbúðuni 9 ársverk.
ÁRSTAL STOVNA
ÁRSVERK
VIRKSEMI
Atlas flutningur
Atlas Flutningur er flutningsfyritøka sum eigur 14 last- og vøruvognar í støddum frá 3,5 tonsum upp í 32 tons.
Kaffiloysnir
PM er umboð fyri JDE Professional Føroyum. JDE Professional hevur hesi seinastu árini – orsaka av sínum vælsmakki – vunnið størri og størri marknaðarlut.
Kjøtbúðin
Kjøtbúðin leggur seg altíð eftir bestu rávøruni og tað er ein orsøk til at Kjøtbúðin, og serstakliga rullupylsan, eru vorðin víðagitin millum fólk.