
Lýsing
The Athlete´s Foot søkir handilsleiðara til handlin hjá okkum í hjartanum í Havn.
Dámar tær sneakers og ítrottamóta, og hug at royna teg innana leiðslu, ella tú longu hevur royndir? So er tað møguliga tær vit leita eftir.
Vit leita eftir einum úrslitarsinnaðum handilsleiðara, við áhuga í ítóttar- og ítrivs lívinum í nærumhvørvunum.
Vit vænta, at tú:
- Ert arbeiðsom/samur.
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt.
- Ynskir at skapa úrslit.
- Dámar ítrótt og rørslu
- At tú hevur góðan kunnleika til sosialar miðlar. (Instagram-Facebook)
- Ert opin og fyrikomandi.
- Tað er ein fyrimunur at hava royndir í handli.
Sum handilsleiðari hevur tú ábyrgd av dagliga rakstrinum av handlinum, sum hevur eitt stórt og breitt úrval av sneakers og ítrottamóta. Tú fært ábyrgd av at vøruúrvalið altíð er nøktandi, bæði í handlinum og á nethandli okkara. Harumframt skat tú tryggja, at tænastan til okkara kundar altíð er góð. Arbeiði fevnir harafturat um at bíleggja nýggjar vørur og at vera við á ferðum at vitja okkara veitarar.
Mesti parturin av tínum arbeiðsdegi, vil vera í handlinum. Tú kemur eisini at arbeiða við goymslu, vørumóttøku, vøruupprættan í skipanini, vøruframsýning, “blikfang”, vørusamskipan, og annað.
Vit bjóða tær:
- Eitt ábyrgdarfult starv
- Ein gerandisdag har tað er avbjóðandi og gott tempo
- Ein gerandisdag við bestu vørumerkjum innan ítrótt og móta
- Eina innleiðslu har tú fært góðan stuðul frá hinum deildunum og leiðsluni
Skrivligar umsóknir og C.V. sendast til dam@intersport.fo
Løn er sambært førleikum og eftir avtalu.
Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Jakob Dam, á tel (+298) 235350.
Hjá Athlete´s Foot og saman við INTERSPORT, vita vit, at ítróttur og rørsla er ein týdningarmikil partur av lívinum hjá okkara kundum. Vit seta stóran áherslu á góða tænastu og fakliga vegleiðing til kundar okkara. Tað liggur okkum eisini serliga á hjarta, at vegleiða okkara kundar til rætta keypið. Og síggja tey fara heim frá handlum okkara, við einari jaligari og hugvekjandi keypsuppliving.