
Lýsing
Søkt verður eftir lærarum til maskinmeistaraútbúgvingina at byrja 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.
Lærararnir skulu kunna undirvísa í einari ella fleiri av hesum lærugreinum:
- Maskintøkni
- Automatión
- Skipa-el
Vit leggja dent á at lærararnir:
- duga væl at samstarva og samskifta
- hava áhuga í at læra frá sær
- hava ein jaligan hugburð mótvegis lesandi og starvsfeløgum
- stremba eftir at fáa bestu úrslitini
- áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
- hava hegni og áhuga í nýggjari tøkni
- hava góðar málsligar førleikar, bæði í skrift og talu
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum maskinmeistari, hava minst 2-ára starvsroyndir og hava staðið bachelorútbúgving frá hægri lærustovni, ella vera í holt við tilsvarandi útbúgving.
Hevur tú bachelor- ella kandidatútbúgving í einari ella fleiri lærugreinum, ert tú eisini skikkaður umsøkjari og kanst undirvísa í hesum lærugreinum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelagið Maritimir Lærarar. Arbeiðsstaðið er á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, men viðkomandi, ið verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum.
Umsóknir
Eru spurningar um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu simun@vh.fo ella á telefon 517220.
Umsókn saman við viðkomandi prógvum og lívsrensli skal sendast til: starv@vh.fo. Viðmerk "Lærari til Vinnuháskúlan” í yvirskriftina.
Freistin at søkja størvini er 23. mai 2025.
Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.
Um Vinnuháskúlan
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar við bestu leiðsluførleikum, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla og trygdardepil. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. Á skúlanum starvast uml. 45 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo