Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
7. oktober 2025
Útgongur
17. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Fróðskaparsetur Føroya søkir eftir starvsfólki at taka lut í altjóða granskingarverkætlan um ferðavinnu. Verkætlanin er stuðlað av NPA (Northern Periphery and Arctic).

Um verkætlanina
RETURN-verkætlanin viðger felags avbjóðingarnar í NPA-økinum, har ferðavinnuinntøkurnar ofta ikki koma fólki og umhvørvi á staðnum til góðar. Endamálið við verkætlanini er at eyðmerkja hóskandi stýringsamboð og afturberingarskipanir, sum kunnu stuðla samfeløgum og umhvørvi á staðnum. Við at leggja fram ymisk modell av ferðavinnuskatting og sjálvbodnum útgjaldingum til avgerðartakarar kring NPA-økið fer verkætlanin at koma við ítøkiligum uppskotum um, hvussu hesi samfeløg kunnu fáa betri gagn av ferðavinnuni.

RETURN fer at gera politisk tilmæli og førleikamennandi amboð, sum kunnu styrkja samfeløg og politikarar og onnur, ið taka avgerðir á økinum. Ein tvørtjóða tilgongd er umráðandi fyri at deila vitan tvørtur um øki við líknandi avbjóðingum. Nýggja fokusið, sum RETURN hevur á inntøkuflyting fyri bæði ferðavinnuburðardygd og samfelagsmótstøðuføri, skilir seg frá øðrum, sum bjóða loysnir á felags avbjóðingunum í økinum.

Um starvið
Starvið fevnir í høvuðsheitum um at savna inn, skipa, skráseta, greina og miðla tilfar um føroyska ferðavinnu, og at vera við til at skipa fyri tiltøkum og verkstovum fyri pørtunum í verkætlanini.

Førleikar
Vit vænta, at tú:

  • Hevur viðkomandi hægri samfelagsvísindaliga ella tvørvísindaliga útbúgving á masterstigi
  • Hevur áhuga í og skjalprógvaðar førleikar innan fyri burðardygga menning og stýring
  • Dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum
  • Tekur ábyrgd, arbeiðir skipað og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Excel ella líknandi forritum
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við GIS-forriti (Geographic Information System)

Setanarviðurskifti
Talan er um tíðaravmarkað hálvtíðarstarv í eitt ár við møguleika fyri at leingja setanina. Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn saman við avriti av prógvi (1 síða) og lívsrensli (1 síða) skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 17. oktober 2025. Starvið verður sett 1. november 2025 ella skjótast gjørlig eftir hetta.

Søk starvið her

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ragnheiður Bogadóttir, lektara á Søgu- og samfelagsdeildini, tel. 292579 ella ragnheidurb@setur.fo

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 180 starvsfólk.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá millum øðrum Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Søk
Umsókn verður send sum teldupost til arbeiðsgevaran og avrit til starvsportal.fo
Legg fíla her leita lokalt...
Avrit av skjølum vera handliga strika í teldupostum hv. 3. mðr.
Persóndáta og GDPR
    Vit viðra og verja um tygara persónsdáta   Les meir her
    Captcha

    Líknandi størv

    Umbið Persónliga Fráboðan

    Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

    T-post Fráboðan

    T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

     

    Persónligi RSS Føðari

    Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
    Umbið

    Are you sure you want to delete this file?
    /