Lýsing
Brennur tú fyri góða, stuttliga, mennandi ávirkan á lívið hjá børnum!
Vit søkja eftir námsfrøðingi, hjálparfólki ella námsfrøðiligum atstøðingi!
Starvið er 34 tímar til barnagarðsstovu, børn, ið fara í skúla komandi summar,
Vit søkja eisini eftir avloysarum, sum kunnu starvast av og á.
Um eingin námsfrøðingur søkir blívur námsfrøðiligur atstøðingi ella hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Eitt av mongu arbeiðsamboðunum Barnahúsið Imba brúkar er arbeiðsamboði betri vinir og menningarætlan.
Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
- Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
- Er jaligt, møtir væl upp, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
- Er sjálvstøðugt, hevur yvirblikk, ert álítandi, og nærverandi.
- Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.
- Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:
- Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
- Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.
Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, Barnahúsið Imba er dagstovnur hjá Hvannasunds kommunu.
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.
Umsóknir við møguligum prógvi, viðmælum/royndum, skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo, áðrenn 28. 10. 2025 kl. 10.
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.