Lýsing
Hevur tú grønar fingrar og elskar at arbeiða úti í náttúruni? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir, tí Runavíkar kommuna søkir eftir einum, sum vil vera við til at fáa okkum at blóma.
Um starvið
Tú verður úti stóran part av degnum, har tú fert at røkja og prýða grønu økir okkara. Tað eru bæði fríøkir í bygdunum, í miðbýnum og kring kommunalar stovnar og bygningar. Hetta verður undir tínari yvirskipaðu ábyrgd.
Eisini skalt tú hjálpa til og fríðka um í samband við ymisk tiltøk og hátíðarhald í kommununi.
Starvsstaðurin er øll kommunan – úr Elduvík til Æðuvíkar. Tí er umráðandi at tú hevur koyrikort, so lættliga slepts um firðir og fjøll.
Tað eru eru góðir møguleikar fyri at ávirka egnan arbeiðsdag og leggja arbeiði til rættis.
Arbeitt verður út frá rakstrardeildini á Lambareiði og vísir tann, sum sett/ur verður, til rakstrarleiðaran.
Vit ímynda okkum, at tú:
- Ert útbúgvin gartnari ella hevur aðra hóskandi handverkliga útbúgving.
- Hevur gott eygað fyri at prýða um og ert skapandi.
- Ert røkin og arbeiðssom/-samur
- Dugir at arbeiða sjálvstøðug og í toymi.
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum gartnari ella frá líknandi størvum.
Tað praktiska
- Starvsbyrjan: Skjótast til ber.
- Setanarsáttmáli: Eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið ella Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.
- Umsóknarfreist: 12. apríl 2026
- Send umsókn, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl umvegis alfred.fo
Spurningar?
Ring til Ragnar Rógvason, rakstrarleiðara, á tlf. 417000.
Kom við og set tín dám á grøna lívið í Runavíkar kommunu!