Útgivið
25. maj 2021
Útgongur
20. juni 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

2 Lærlingar til Borg

Ein til byggibúðina í Tórshavn og

Ein til timburdeildina í Runavík

Lærlingur í Borg
Sum lærlingur í Borg kemur tú eitt fet nærri eini útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum.
Ein útbúgving í Borg gevur tær eitt arbeiði og eina framtíð saman við menniskjum og spennandi avbjóðingum.

Vit tryggja, at tú fært nógvar avbjóðingar, sum menna teg bæði persónliga og fak­liga, og fyrireika teg til eitt spennandi lív í handilsgreinini.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi, spennandi verkætlanum og góðum mennandi møguleikum.

Fjølbroyttur gerandisdagur
Hjá Borg kanst tú millum annað arbeiða við sølu, útrokning av tilboðum, lating og klárgering av tilfari og ráðgeving til kundar.

Borg hevur eitt toymi á 68 folk við timbur-, amboðs- og køksdeild, har allar deildirnar dagliga hava eitt tætt samstarv.

Hevur tú HH/Búskaparbreyt ella FHS, ert jalig/ur,hevur lætt sinni og ert áhugað/ur í at arbeiða og læra, so send okkum eina umsókn.

Freistin at søkja er hósdagin 20. juni 2021.

Vit bíða fegin eftir rætta lærlinginum til at byrja í summar 2021.

Ynskir tú at vita meira um læruplássini, ert tú vælkomin  at seta teg í samband við Leonu Nilssen,  á telefon 237295 ella t-post hr@borg.fo

Send umsókn til:

Borg XL Byg
Fjøruvegur 5
620 Runavík

Att: HR deildin

Ella á t-post: hr@borg.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið