Sp/f Omaná
Útgivið
21. oktober 2024
Útgongur
10. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum starvsfólki, ið kann taka lut í dagliga rakstrinum og vera við at lyfta tænastustøði í hugnaligu kafeini í SMS.

Vit framleiða lekkran heimagjørdan ís og kondittarakøkur, og vit leggja stóran dent á, at góðskan og kundatænastan er í hásæti. Umframt at starvast í kafeini við sølu og kundatænastu, ynskja vit, at tú kanst vera við at taka ábyrgd av kafe-partinum í Omaná, herundir at hjálpa við at gera vaktarætlan, at bíleggja summar vørur og at fáast við sosialar miðlar

Um teg:
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan fíggjarstýring og starvsfólkaumsiting.

Tú mást duga at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis vera fyrikomandi og samstarvssinnað/ur, og so bilar tað ikki, um tú hevur áhuga fyri mati og bakstri 🙂

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú hevur møguleika at menna teg persónliga og fakliga.

Vit hava ein góðan starvsfólkahóp, har vit í felag loysa dagligu uppgávurnar.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og lønin er eftir avtalu.

Ynskir tú at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum tína umsókn og lívsrensl umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2327.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær 🙂 Vit lesa umsóknir leypandi.

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Malene Fisker Waag, stjóra, á telefon 787912.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið