Lýsing
Eitt adjunkt- ella lektarastarv í føroyskum sum øðrum máli á Føroyamálsdeildini er leyst at søkja. Starvið verður sett frá 1. januar 2025 ella eftir avtalu.
Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli úr skiftandi sjónarhornum. Ætlanin við hesum starvinum er at styrkja granskingina í føroyskum sum øðrum máli og at fáa lagt til rættis reglulig undirvísingartilboð í føroyskum sum øðrum máli á universitetsstigi. Tann, sum verður sett/ur, fer at undirvísa á BA- og MA-stigi og kann vænta at arbeiða og undirvísa tvørtur um deildir, eitt nú á Námsvísindadeildini.
Ein partur av starvinum er fakliga fyrisitingarligur og snýr seg m.a. um at vera við í arbeiðinum støðugt at dagføra námsskipanir og eftir tørvi menna nýggj útbúgvingartilboð á Føroyamálsdeildini/Fróðskaparsetrinum.
Føroyamálsdeildin bjóðar út BA- og MA-útbúgving umframt hjánám í Føroyskum mál- og bókmentavísindum og BA-útbúgving í Listaligum arbeiði. Á deildini verður Føroysk orðabók ritstjórnað, og máltøkni við føroyskum tilfeingi verður ment á Máltøknideplinum. Í februar 2024 luku tey fyrstu lesandi diplomútbúgving á MA-stigi í føroyskum sum øðrum máli. Á Føroyamálsdeildini eru 16 starvsfólk í føstum starvi umframt verkætlanarsett og umleið 60 lesandi.
Førleikar
Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvaðan granskingarførleika og sum hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu søkja starvið við møguleika fyri at fáa bjóðað eitt tíðaravmarkað ph.d.-vísindastarv. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.
Lektarastarv er fast vísindastarv.
Undirvísingarmálið er føroyskt, og umsøkjarar mugu duga eitt ella fleiri skandinavisk mál umframt enskt væl og virðiliga. Víst verður til málpolitikk Fróðskaparsetursins, sum sæst her.
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum.
Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og umleið 5 tey bestu vísindaavrikini skulu leggjast við umsóknini.
Undirvísingarroyndir verða skjalprógvaðar við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmælum og eftirmetingum, um tær eru til taks.
Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við.
Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Fróðskaparsetrið tilskilar sær rætt til at seta adjunkt í starv heldur enn ein lektara, um førleikarnir hjá adjunktinum út frá eini heildarmeting hóska betur til innihaldið í og ætlanina við lýsta starvinum.
Tann, sum verður sett/ur í starv, væntast at byrja 1. januar 2025 ella eftir avtalu.
Freist
Umsóknarafreist er 25.11.2024
Nærri upplýsingar fáast hjá Bergi Djurhuus Hansen, dekani á Føroyamálsdeildini, bergurdh@setur.fo. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo
Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 170 starvsfólk.
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.
Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.