Burn Fitniss
Útgivið
6. oktober 2026
Útgongur
19. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Dámar tær eitt arbeiði, har tú veruliga sært úrslitini av tínum innsatsi – og trívist tú samstundis við at hjálpa fólki? Í Burn Fitness leita vit eftir einum reingerðarfólki, sum eisini kann taka sær av sølu og kundatænastu í móttøkuni í miðbýnum eftir tørvi. Starvið er fjølbroytt og gevandi, og kemur tú at hava ein týðandi leiklut í at tryggja bæði reinføri, trivnað og eina góða limauppliving.

Um starvið

Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag frá kl. 08.00 til 14.00. Avtala um aðra arbeiðstíð kann møguliga lata seg gera. Starvið byrjar skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávur

  • Daglig reingerð av øllum økjum í venjingarmiðstøðini
  • Halda hølini rein, ruddilig og innbjóðandi fyri okkara limir og gestir
  • Fylgja reingerðarskrá og tryggja høga dygd
  • Vera við til at skapa góð og trygg hølisviðurskiftir saman við starvsfeløgunum
  • Søla av limahaldi og vørum, tá ið tørvur er at stuðla móttøkuni

Vit vænta, at tú:

  • Ert ábyrgdarfull/ur og nærløgd/lagdur
  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og við yvirliti
  • Ert álítandi og møtir til tíðina
  • Trívist í einum fjølbroyttum og aktivum arbeiðsumhvørvi
  • Hevur lætt við at samskifta við fólk og geva góða tænastu
  • Tosar og skilur føroyskt á einum støði, ið ger teg føra/n fyri at samskifta við bæði kundar og starvsfelagar

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi og virðiligum samstarvi
  • Góðar starvsfelagar og góð starvsfólkaviðurskifti
  • Ein týðandi leiklut í einari stórari heilsufyritøku
  • Møguleikan fyri at arbeiða sjálvstøðugt og við ábyrgd
  • Góða innleiðslu og upplæring í bæði reingerðarmannagongdini og í smásølu

Løn:

sadie@burn.foLønt verður sambært HAK.

Soleiðis søkir tú:

Starvið byrjar skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Samrøður verða hildnar leypandi.

Umsókn skal sendast til burn@burn.fo, og viðmerkjast "Reingerð – Tórshavn".

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira?

Set teg í samband við: Sadie Niclasen +298 29 99 04 ella á sadie@burn.fo

Líknandi størv

Deildarleiðari til KØKIN   Faroe Islands nýtt
6. oktober 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið