A4 Spf
Útgivið
22. september 2026
Útgongur
1. november 2026
Staður
Brekkutún 4, 188 Hoyvík, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lestrarstarv, Ófaklært
T-post
di@a4.fo

Lýsing

Vilt tú læra sølu frá grundini?

A4 Sp/f leitar eftir einum sølulærlingi til fulltíðarstarv í Hoyvík.

Útbúgvingin fer fram í samstarvi við Samverk og Glasir. Tú verður partur av okkara sølutoymi og lærir sølu, kundasamband og vørukunnleika í praksis.

Hetta bjóða vit tær

  • 115 kr. um tíman
  • 12% frítíðarløn og 15% eftirløn afturat
  • Atgongd til arbeiðsbil eftir royndartíð
  • Upplæring í sølu, kundasambandi og vørukunnleika

Arbeiðið
Sum sølulærlingur kemur tú út til kundar, lærir uppsøkjandi sølu og fært innlit í, hvussu vit hjálpa fyritøkum við amboðum, útgerð, kemi, festitilfari og trygdarútgerð.

Tú fært royndir við:

  • Uppsøkjandi sølu og kundavitjanum
  • Tilboðum, bíleggingum og uppfylging
  • Ráðgeving um vørur og kundaloysnir
  • At byggja góð og varandi kundasambond
  • Samstarvi við sølutoymið og veitarar
  • Vitjanum hjá samstarvsfeløgum í útlandinum, millum annað í Týsklandi

Vit vænta av tær

  • At tú trívist við kundasamband og torir at taka fyrsta stigið
  • At tú hevur hug at læra søluhandverkið
  • At tú dugir at lurta, spyrja og fylgja upp
  • At tú hevur vanligar telduførleikar og dugir at arbeiða skipað
  • At tú dugir føroyskt, danskt og enskt
  • At tú hevur koyrikort
  • At tú møtir væl upp, tekur ábyrgd og heldur avtalur

Fyrimunur, men ikki krav

  • Kunnleiki til amboð, festitilfar, kemi ella trygdarútgerð
  • Royndir frá sølu, handli, goymslu, verkstaði, skipum ella byggivinnu
  • Áhugi fyri B2B-sølu og vinnukundum
  • At tú dugir týskt

Setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv. Tímalønin er 115 kr., við 12% frítíðarløn og 15% eftirløn afturat. Tú fært atgongd til arbeiðsbil eftir royndartíð. Aðrar setanartreytir eru sambært sáttmála.

Um tú vísir góð úrslit og tekur ábyrgd, er møguleiki fyri hægri løn eftir nærri avtalu.

Umsókn
Umsókn við CV kann sendast til di@a4.fo.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Dávid á Rógvi Isaksen á tlf. +298 91 91 97.

Umsóknarfreistin er 1. november 2026.


Um A4 Sp/f
A4 Sp/f er ein føroysk fyritøka í vøkstri og ein heildarveitari til vinnuna. Vit veita millum annað amboð, festitilfar, rustfrítt, kemi, trygdarútgerð og praktiskar loysnir til fyritøkur.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið