Tórshavnar kommuna
Lýsing
Tórshavnar Kommuna søkir eftir arbeiðsfólki til arbeiðstoymið, ið arbeiðir í øllum kirkjugørðunum í kommununi. Í starvinum verður tú partur av einum arbeiðstoymi og kemur at taka lut í øllum arbeiðsuppgávum, sum toymið varðar av. Arbeiðið krevur, at tú hevur ábyrgdarkenslu, nærlagni og tignarligan atburð.
Høvuðsuppgávur
- Grava gravir við gravmaskinu
- Vegleiða avvarðandi
- Koyra líkbil í samband við jarðarferðir
- Halda kirkjugarðarnar reinar og ruddiligar
- Sláttur, og ávíst annað røktararbeiðið innan grønu røktina
- Viðlíkahald av gøtum
- Reingerð av hølum og maskinum/bilum
- Annað fyrifallandi arbeiði