P/F ArtiCon
Útgivið
31. august 2026
Útgongur
7. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært

Lýsing

Er tú ein royndur handverkari, sum kann taka leiðsluna? Vit leita eftir einum ágrýtnum arbeiðsleiðara innan timburarbeiði. Tú arbeiðir ikki bara væl við hondunum men brennir eisini fyri at leiða tíni starvsfólk til góðu úrslitini!

Vit sóknast eftir einum arbeiðsleiðara, ið gongur høgt uppí dygd og trygd og sum á ein natúrligan hátt skapar trivnað millum síni starvsfólk.

Ábyrgdirnar hjá tær eru m.a. at:

  • tú sum arbeiðsleiðari kemur tú millum annað at hava ábyrgd av, at arbeiðini fylgja løgdum ætlanum.
  • tryggja at neyðuga byggitilfarið altíð finst á plássinum
  • tryggja at neyðugu amboðini altíð eru tøk.
  • tú skal eisini tryggja, at starvsfólkið hevur neyðugar førleikar til uppgávurnar.
  • syrgja fyri at trygdin er í hásæti, at røtt og neyðugu tól vera nýtt til tær einstøku uppgávurnar.

Vit vænta, at tú:

  • dugir væl við fólki og dámar væl at ganga á odda
  • hevur royndir við stál og timburarbeiði.
  • fer eftir at náa settar málsetningar
  • ert álitisvekjandi og atkomulig/ur
  • hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða tær

  • góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • nútímans útgerð.
  • góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett, skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu.

Søk starvið.

Líknandi størv

31. august 2026
31. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið