Lýsing
Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur og hevur visjón um demensrøkt- og umsorgan?
Hevur tú hug at vera við til at byggja eina fakliga sterka deild upp – har vit arbeiða við granskingargrundaðum háttaløgum innan demensrøkt- og umsorgan og skapa tryggar, heimligar og góðar karmar fyri okkara búfólk? So kann tað vera, júst tær, vit leita eftir.
Sum varadeildarleiðari hevur tú, saman við deildarleiðaranum, ábyrgd av tí sjúkrarøktarfakliga arbeiðinum á deildini, har tú áhaldandi arbeiðir við dygdarmenning og at dentur verður lagdur á persónsmiðsavnaða røkt- og umsorgan, samskapan við avvarðandi og fakliga menning av starvsfólkum.
Sí lýsing her