Vestmanna Kommuna
Útgivið
19. september 2024
Útgongur
4. oktober 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Ungdómshúsið Staðið leitar eftir tímaløntum starvsfólkum at gerast partur av toyminum á Staðnum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkar fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi.

Arbeiðstíðir og førleikakrøv
Vit leita eftir starvsfólkið við sjóneykuni á teimum ungu frá 6. flokk og eldri. Tað mest umráðandi er, at tú tímir tey ungu.

Arbeiðstíðin er um kvøldið og væntast kann, at tú kemur at arbeiða eitt til tvey kvøld um vikuna.

Øll skulu vera trygg á Staðnum, tískil vænta vit, at tú ert fyrikomandi, álítandi, tolin og sjálvstøðug/-ur. Børn og ung ráðføra seg javnan við starvsfólkið, tískil vænta vit, at tú megnar viðkvæmar støður á ein nærlagdan og professionellan hátt.

Viðkomandi royndir
Tað kann vera ein fyrimunur, at tú ert undir útbúgving sum t.d. til námsfrøðing ella lærara. Men, tað mest týdningarmikla er, at tú tímir at kveikja børnini til at royna seg.

Høvuðsuppgávur

  • Eggja børnunum til at nýta tilboðini og tey hølir, Staðið hevur.
  • Verða nærløgd/nærlagdur – tú hevur ikki gloymt, hvussu tað er at vera ung/ur, og ert til reiðar at møta børnum og ungum uttan fordómar.
  • At skapa og menna eitt innihaldsríkt tilboð til børnini saman við toyminum

Lønarviðurskifti
Starvið er tímalønt og verður lønt sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Setanarøkið er Vestmanna Kommuna og setanarstaður er Ungdómshúsið Staðið.

Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Spurningar?
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gabriel Sebastian Apetrei, frítíðar- og mentanarleiðara, á telefon 770 161 ella teldupost gabriel@vestmanna.fo

Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. oktobur 2024 kl. 12:00.

Sendið umsóknina til starv@vestmanna.fo og viðmerk “avloysari til Staðið”

Líknandi størv

19. september 2024
19. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið