SPORT 24 Føroyar Outlet
Útgivið
4. august 2026
Útgongur
6. september 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Ert tú lesandi ella ynskir eyka arbeiðstímar? Les nærri her.

SPORT 24 Outlet í Hoyvík leitar eftir einum starvsfólki, sum kann gerast partur av okkara toymi. Vit hava brúk fyri tær, sum ert klár/-ur at loypa til arbeiðis, tá tørvur er á tær, ella tá ið sjúka ella annað rakar. Starvið er tímalønt, og hevur bert 2 fastlagdar tímar um vikuna, men við góðum møguleikum fyri fleiri tímum.

Hvat kunnu vit bjóða tær?

  • Fyrikomandi starvsfelagar
  • Starvsfólkaavsláttur
  • Eitt arbeiðspláss, har tú samskiftir við starvsfelagar kring landið
  • At gerast partur av einari fyritøku í støðugari menning, har dentur verður lagdur á “tað góða arbeiðsplássið”

Tú ert ein sum:

  • Veitir góða kundatænastu og ert smílandi/fyrikomandi
  • Samskiftir væl við kundarnar og helst á føroyskum
  • Dugur at síggja, nær handilin hevur tørv á eini uppfrískan
  • Ert lagarlig/ur. Kann avloysa eftir tørvi, ymisk tíðspunkt, ymiskar dagar

Týdningarmest av øllum ein ið tekur ábyrgd og ert skipað/ur. Tú stuðlar uppundir eina positiva virkismentan.

Ljóðar hetta spennandi?

So frætta vit fegin frá tær áðrenn 6. september 2026 á midnátt (Samrøður verða í viku 37).

Starvið er sett at byrja beint eftir samrøður.

Umsóknin skal sendast til Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara, á asa@sport24.fo.

Um tú hevur spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu umvegis teldupost ella tlf. 257786, gerandisdagar millum kl. 10:00 – 15:00.

Vit gleða okkum!

SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.

Líknandi størv

4. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið