Bústaðir
Útgivið
6. februar 2025
Útgongur
19. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Umsitingin hjá Bústøðum søkir eftir starvsfólki í barsilsfarloyvisstarv í spennandi arbeiðsumhvørvi við nýhugsan, har uppgávurnar eru áhugaverdar og fjølbroyttar. Í starvinum hevur tú ábyrgd og tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við verandi starvsfólk og <leiðslu.

Um starvið

Bústaðir eru Føroya størsta bústaðarfelag, og hava 558 leigumál í rakstri og 86 bústaðir í gerð. Málið hjá Bústøðum er at reka og viðlíkahalda leigumálini væl og skynsamt, til gagns fyri leigarar og føroyska samfelagið. Umframt leigumál, hevur umsitingin eisini um hendi útlán og bókhaldsuppgávur.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

- Fyrisitingarligar uppgávur við telefon- og kundaavgreiðslu, umframt at innlesa rokningar

- Umsiting av lánum, samskifti við kundar, skiftirættin, advokatar, meklarar og tinglýsingina

- Umsiting av leigumálum, samskipan av inn- og útflytingum, gerð av leigusáttmálum og umsiting av bíðilistanum

Um teg

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum hevur royndir innan umsiting og bókhald.

Tú hevur útbúgving innan t.d. fyrisiting, fíggjarbúskap ella líknandi.

Vit vænta, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, trívist við at hava nógvar ymiskar uppgávur, og at tú dugir væl at samstarva og samskifta. Tað er ein fyrimunur um tú hevur góðar KT-førleikar, tá Bústaðir eru í einari KT-menningartilgongd, sum tú kanst fáa ávirkan á. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til Business Central/Navision.Vit bjóða tær

Vit bjóða tær eitt spennandi starv, har tú fært ymiskar umsitingarligar uppgávur.

Umsókn

Saman við lívsrensli, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum, skal umsókn sendast til starv@bustadir.fo í seinasta lagi 19. februar, viðmerkt “Barsilsfarloyvisstarv til Bústaðir”.
Starvið verður sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jógvan Ósá, stjóra, á telefon 79 03 88. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

Les meira um Bústaðir á www.bustadir.fo

Líknandi størv

Dagligur leiðari   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið