Tórshavnar kommuna
Lýsing
Ynskir tú at gerast partur av einum toymi, sum tekur sær av at tøma tangar og reinsiverk í Tórshavnar kommunu? Kommunala Brennistøðin søkir bilførara til tangatømingina.
Arbeiðsuppgávur
- Koyra rottangabil og slammsúgvara
- Tøma rottangar, reinsiverk, feittbrunnar umframt viðgerð av rottangaevju
- Opa/spula rør og kloakkir v.m.
- Røkt og reinhald av rottangabili/slamsúgvara og aðrari útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið
- Luttaka í vaktarskipan
- Avloysa í bingjubili eftir tørvi
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144605