P/F Poul Michelsen
Útgivið
7. august 2026
Útgongur
20. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit søkja ein álítandi og arbeiðssaman bilførara við stórum koyrikorti til fulltíðarstarv.
Tú verður partur av okkara toymi og fær ábyrgd av at koyra og handfara vørur trygt og professionelt.

Vit vænta, at tú:

  • Koyrikort til kategori C er eitt krav
  • Trívist væl við at møta tíðliga til arbeiðis
  • Ert álítandi, røkin og tænastusinnað/ur
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi
  • Hevur royndir innan flutning, tó er hetta ikki eitt krav

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • Góð arbeiðsviðurskifti og góðar starvsfelagar
  • Løn sambært avtalu og royndum

Kunning
Hevur tú áhuga í starvinum, kanst tú senda umsókn og CV á teldupost: starv@pm.fo

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Dánial Christansen, Goymlsu- og flutningsleiðari, á tlf. 764684 ella á teldupost danial@pm.fo.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Maskinførari til norðurøkið   Faroe Islands nýtt
7. august 2026
7. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið