Lýsing
Búfelagsskapurin á Karlamagnusarbreyt 34 í Hoyvík er eitt bústaðartilboð til vaksin við menningartarni og autismu.
Endamálið er at skapa karmar, sum geva hvørjum einstøkum búfólki møguleika at liva eitt trygt, virkið og innihaldsríkt lív í egnum heimi. Arbeiðið tekur støði í ynskjum, tørvi og møguleikum hjá tí einstaka, har sjálvsavgerðarrættur, trivnaður og lívsgóðska eru grundleggjandi virðir.
Vit leita eftir einum fakliga dugnaligum og virkisfúsum fólki. Vit eru eitt lítið toymi, har fakligheit, gott samstarv og sálarligur tryggleiki eru í miðdeplinum. Vit arbeiða við KRAP, rógevandi námsfrøði (Low Arousal) og relatiónsgrundaðari námsfrøði og leggja stóran dent á refleksjón, læring og fakliga menning.