Barnahúsið Imba
Útgivið
13. februar 2025
Útgongur
27. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til barnagarðsstovuna Fossdal, søkja vit eftir einum námsfrøðingi til 25 tíma viku, at byrja 01.03.2025.

Til barnagarðsstovuna Fossdal, søkja vit eisini eftir einum námsfrøðingi, námsfrøðiligumástøðingi ella hjálparfólki til 23 tíma viku í tíðaravmarkað starv frá 01.03. 2025 til 12.07. 2025.

Til barnagarðsstovuna Breytadal, søkja vit eftir námsfrøðingi, námsfrøðiligum ástøðingi ella hjálparfólki til 27 tíma viku at byrja 12.05.2025. Um eingin námsfrøðingur søkir blívur námsfrøðiligur ástøðingur ella hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv í eitt ár fram.

Eitt av mongu arbeiðsamboðunum Barnahúsið Imba brúkar er arbeiðsamboði betri vinir.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

  • Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
  • Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
  • Er sjálvstøðugt, álítandi, og nærverandi.
  • Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, Barnahúsið Imba er dagstovnur hjá Hvannasunds kommunu.
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. februar 2025, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið