Faroe Ship
Útgivið
8. januar 2026
Útgongur
25. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða í eini altjóða fyritøku innan shipping vinnuna? Og hevur tú áhuga fyri tølum og greiningum? Faroe Ship søkir eftir Business Kontrollara til fíggjardeild felagsins.

Um starvið
Faroe Ship er ein av stóru flutningsfyritøkunum í landinum við virksemi í Føroyum og altjóða. Sum business kontrollari fert tú at arbeiða tætt saman við fíggjarstjóranum, og fert at framleiða tilfar til deildarleiðarar og leiðsluna.

Uppgávurnar vera millum aðrar at:

  • gerafíggjargreiningar av virkisøkjunum hjá Faroe Ship
  • byggja og viðlíkahalda PowerBI rapportir
  • rapportera ESG hagtøl
  • framleiða marknaðarhagtøl

Tú hevur hóskandi útbúgving á bachelor ella kandidat stigi og viðkomandi starvsroyndir. Royndir við PowerBi er ein fyrimunur. Eisini vænta vit, at tú kennir Office-pakkan væl, og at tað fellur tær lætt at seta teg inn í KT skipanir.

Tú ert ikki bangin fyri at taka ábyrgd og leggur teg eftir at halda tíðarfreistir. Eisini vænta vit, at tú ert forvirkin, hevur analystisk evni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Samskifti er ein týðandi partur av arbeiðnum, og tískil er umráðandi at duga væl at samskifta á føroyskum og enskum bæði munnliga og skriftliga.

Nakað fyri teg?

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Emil L. Biskupstø, fíggjarstjóra, á telefon 549009 ella embi@faroeship.fo

Talan er um fulltíðarstarv við starvsstaði á Eystara bryggju í Havn. Lønin verður avtalað í samsvari við førleikar og royndir. Umsókn við viðkomandi skjølum skulu sendast umvegis Alfred. Sí eisini lýsing á alfred.fo.

Umsóknarfreistin er 25. januar 2026, og byrjunardagurin 1. mars ella skjótast gjørligt

Um arbeiðsplássið

Faroe Ship varð sett á stovn í 1919 og er framvegis ein hin fremsta shipping og flutningsfyritøkan í Føroyum.

Faroe Ship er partur av Eimskip samtakinum, sum er leiðandi flutningsfyritøkan í Norðuratlantshavi. Eimskip veitir sjóvegis flutningstænastur við sambondum til altjóða marknaðin við serligum denti á frystar og køldar vørur. Eimskip hevur fleiri enn 1.700 starvsfólk býtt á 4 heimspartar og 20 lond, av hesum eru um 100 starvsfólk knýtt at Faroe Ship.

Faroe Ship hevur goymslur og terminalar í Klaksvík, á Tvøroyri og Tórshavn, har eisini høvuðsskrivstovan er. Afturat hesum hevur Faroe Ship ein væl útgjørdan bilaflota, sum tryggjar innlendis flutning um alt landið. Faroe Express og Faroe Ship Agency eru samantvinnaðir partar av Faroe Ship.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið