Lýsing
Søkt verður eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi cateringfólki, at byrja í starvi 17. apríl 2025.
Talan er um eitt fast starv við 0,667 arbeiðsbrøki. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Smyrli. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og tvær vikur frí. Dagliga farleiðin hjá Smyrli er millum Tvøroyri og Tórshavn. Umstøður eru at búgva umborð.
Starvið fevnir um alt vanligt kafeteria- og kioskarbeiði, harumframt reingerð og viðlíkahald. Tað er m.a. uppreiðing, viðlíkahald og reingerð av ábyrgdarøkjum á skipinum, uppfylling av vøru og annað fyrifallandi arbeiði. Tú skalt eisini veita okkara ferðafólkum eina góða tænastu.
Sum cateringfólk vænta vit at tú hevur:
- Heilsuváttan (bláu bók)
- Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
Onnur viðkomandi krøv eru at tú:
- Tryggjar eitt høgt reinførisstøði, bæði innan matgerð og ferðafólkaøkir
- Hevur sera góðan røkjuskap
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, eins og í toymi
- Trívist í einum starvi, sum til tíðir krevur kvikleika
- Ert tænastusinnað/ur, smílandi og fyrikomandi
- Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella á donskum og enskum
- Umsøkjari skal vera fyltur 18 ár
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6.
Umsóknarfreistin er 10. mars 2025 á miðnátt. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til tænastuleiðarar á tlf. +298 293046, ella teldupost smyril.catering@ssl.fo.
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.
Starvið kann søkjast her: