Javni
Útgivið
8. maj 2025
Útgongur
20. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit hava eitt innihaldsríkt og avbjóðandi starv til tín, ið ynskir at gerast dagligur leiðari hjá Javna.
Talan er um eitt starv við stórum frælsi at menna og mynda eitt felag, sum seinastu 54 árini hevur virkað fyri teimum, ið hava menningartarn.

Vit leita eftir eini eldsál, sum brennur fyri javnrættindum. Saman við forfólkinum og nevndini leggur tú virksemið hjá felagnum til rættis og hevur dagligu umsitingina um hendi.

Starvið fevnir m.a. um at

  • fyrireika tiltøk, fundir, ráðstevnur, systkinabólkar og annað
  • samskifta við limir, myndugleikar, samstarvsfeløg innan- og uttanlands og onnur
  • umboða Javna í arbeiðsbólkum
  • hava ábyrgdina av umsitingini

  • hevur kunnleika til og áhuga fyri viðurskiftum innan brekøkið
  • hevur viðkomandi útbúgving og royndir
  • dugir at taka stig til nýggj tiltøk
  • kann arbeiða sjálvstøðugt og hava fleiri bóltar í luftini í senn

Vit bjóða

  • eitt innihaldsríkt, sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
  • møguleika fyri menning
  • løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Talan er um parttíðarstarv á 3/4 tíð ella eftir nærri avtalu. Viðhvørt kann talan vera um uppgávur eftir vanliga skrivstovutíð.

Freistin at søkja starvið er týsdagin 20. mai 2025.

Starvið verður sett 1. juni 2025 ella eftir avtalu. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjun Lützen, dagliga leiðara, á tlf. 514827.
Umsókn og lívsrensl skulu sendast til: marj un@javni.fo

Javni
Javni er mannarættindafelagskapur, sum arbeiðir fyri umstøðunum hjá børnum, ungum, vaksnum og eldri við menningartarni og teirra familjum. Felagið er óheft av øllum partapolitiskum og átrúnaðarligum virksemi og spurningum. Arbeiði hjá Javna tekur støði í ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek.

Líknandi størv

Leiðari fyri kundatænastu   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025
Apotekari til Suðuroyar Apotek   Faroe Islands nýtt
7. maj 2025
2. maj 2025
2. maj 2025
Leiðari til Vestmanna kvøldskúla   Faroe Islands nýtt
30. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið