FK í Hoyvík
Útgivið
20. juni 2024
Útgongur
15. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir lærlingi til krásadeildina í FK í Hoyvík at byrja 15. august ella eftir nærri avtalu.

Tú kemur at arbeiða saman við dugnaligum starvsfelagum á krásadeildini og slaktaradeildini, har vit stundum hava nógv at gera.

Framleiðslan er fjølbroytt og vit framleiða vørur til FK handilin í Hoyvík og FK handlarnar kring landið.

Tín lærutíð verður í góðum arbeiðsumhvørvi og tú fært møguleika at geva títt íkast til virksemi okkara. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og gongur høgt upp í góða kundatænastu.

Vit vænta at tú
• Hevur áhuga fyri mati og góðum rávørum
• Ert fyrikomandi og ynskir at veita eina góða tænastu
• Dugir at samstarva við starvsfelagar tínar Lærutíðin

Útbúgvingin tekur umleið 3,5 ár, har tú ert í læru hjá okkum og skúla­ gongd í Danmark. Tí er tað eisini krav, at tú dugir danskt.
Útbúgvingarheitið er gourmetslaktari við sergrein innan handil.
Les meira um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/matur/gourmetslaktari

Løn og setanartreytir
Løn sambært sáttmála Føroya Handverkarafelag.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, íroknað 3. hvønn leygardag.

Starvið ynskist sett 15. august ella eftir nærri avtalu.

Spurningar?
Vilt tú vita meira um starvið, set teg so í samband við Hannu Bisp, leiðari á krásadeildini, á hb@fk.fo +298 26 02 25

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í seinasta lagi mánadagin 15. juli, og skulu sendast til hb@fk.fo

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði

Líknandi størv

Spennandi starv sum supportari   Faroe Islands nýtt
27. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið