Bakkafrost
Útgivið
10. august 2026
Útgongur
24. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært

Lýsing

Vit søkja eftir tveimum dekkarum til Stígabrúgv, sum júst er umbygd til nótavask. Báturin er útgjørdur við tveimum ROV-nótavaskarum, sum manningin skiftist um at koyra frá tveimum stýrisstólum á brúnni. Upplæring at koyra ROV-ararnar verður givin umborð.

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur góð samstarvsevni og ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssamur/som og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Arbeiðið krevur tolni og áhuga fyri at læra nýtt, serliga arbeiðið við ROV-nótavaskarum.

Førleikar

  • Heilsubók
  • Trygdarskeið

Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1; 2 vikur úti og 2 vikur heima. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF’s.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jonni D. Hansen, manningarleiðara, á tlf. 235616 ella við telduposti til jodh@bakkafrost.com.

Umsókn
Søk starvið her.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 24. august 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost FSV
Bakkafrost FSV hevur nýggju tænastuskip – átta í Føroyum og eitt í Skotlandi, og tilsamans starvast 114 sjófólk hjá felagnum.

www.bakkafrost.com

Líknandi størv

10. august 2026
Vaskifólk til skúlan   Faroe Islands nýtt
10. august 2026
10. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið