Tórshavnar kommuna
Útgivið
10. august 2026
Útgongur
23. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólki til Býlingshúsið Vesturi á Flat

Okkara stovnur og arbeiðspláss er eitt mennandi, gevandi og kveikjandi stað, bæði fyri børn og vaksin. Og nú hevur TÚ møguleikan, at gerast partur av okkara fantastiska festliga og fakliga dugnaliga hópi!

Trivnaðurin á Flat er í hásæti, tað verið seg, bæði fakliga og sosialt. Her er kenslan góð av samanhaldi, felagsskapi og nærveru millum børn og vaksin.

»Tað besta við mínum arbeiði er, at eingin dagur er líka – tað er altið okkurt nýtt og lívligt í gongd« – Sissal, námsfrøðingur

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfolki at arbeiða 30-40 tímar um vikuna í ávíkavíst vøggustovu og barnagarðsstovu, at byrja beinavegin ella eftir nærri avtalu. Talan er um føst størv. Hevur tú hug at royna teg sum avloysara fyrst, so taka vit eisini gjarna ímóti einari umsókn frá tær!

Námsfrøðingar, sum skulu til síðstu próvtøkurnar og fáa prógv í summar, mugu endiliga ikki halda seg aftur at søkja longu nú!

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

10. august 2026
Vaskifólk til skúlan   Faroe Islands nýtt
10. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið