Lýsing
Strandferðslan søkir eftir tveimum ágrýtnum og álítandi persónum, til spennandi starv sum dekkari umborð á Teistanum. Talan er um fast, fulltíðarstarv, at byrja 1 apríl ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Teistanum.
Teistin hevur í løtuni dagliga farleið millum Tórshavn og Nólsoy, men roknast kann við broytingum á hesum økinum. Arbeiðstíðin er ein vika umborð og ein vika frí. Siglt verður hvønn dag í vikuni, og umstøður eru at búgva umborð.
Tínar høvuðsuppgávur
Høvuðsuppgávurnar hjá dekkaranum snúgva seg um at verða við til at syrgja fyri trygdini umborð, um reinførið á dekkinum og á brúnni, umframt fast og fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði. Ein onnur høvuðsuppgáva er á- og avskipan av farmi og akførum.
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við tínar starvsfelagar. Vit vanta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Førleikakrøv
- Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
- Heilsuváttan (bláabók)
- Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-Vi/6-1
- Eldsløkking umborð skipi STCW A-VI/1-2
- Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1
- FRB skeið
- Trukk loyvið
Setanar - og lønarviðurskifti
Dekkara starvið verður sett sambært sáttmála millum fíggjaramálaráðið og Starvsfelagið, og er lønt í 6. lønarflokki + 1 stig.
Umsøknarfreist er 23. mars 2025.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til skiparan umborð á Teistanum, á tlf. +298 293103, ella við teldupost: teistin.brúgvin@ssl.fo
Søk starvið her.
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.