Strandfaraskip Landsins
Útgivið
8. november 2024
Útgongur
20. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Strandfaraskip Landsins søkir eftir einum dekkara til Smyril at byrja í starvi 1. januar 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast fulltíðarstarv.

Dagliga farleiðin hjá Smyril er Tvøroyri - Tórshavn. Arbeiðstíðin er ein vika umborð og ein vika frí. Harumframt hevur tú rætt til 6 vikur av feriu.

Høvuðsuppgávurnar hjá dekkaranum eru í høvuðsheitum at syrgja fyri trygdini umborð, halda reinførið á dekkinum og á brúnni, umframt at røkja fast og fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

Ein onnur høvuðsuppgáva er á- og avskipan av farmi og akførum. Hetta er koyring við trukki, sleipara, bilum, trailarum og lastbilum.

Annars vænta vit at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við tínir starvsfelagar. Vit vænta eisini at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Førleikakrøv:

  • Ófulltikin / Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking umborð skipi STCW A-VI/1-2
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

Tað er fyrimunur at hava skeiðið skjóttsiglandi bjargingarbátur (FRB) STCW A-VI/2-2, koyrikort til lastbil, sleipara og trukk men ikki krav.

Lønar- og setanarviðurskifti
Dekkarastarvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, og er lønt eftir 6. lønarflokki + 1 stig.

Umsóknarfreist er 20. november 2024.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til yvirstýrimannin á Smyrli, á teldupost: smyril.yvirstyrimadur@ssl.fo

Starvið kann søkjast her: Starvslýsing

Um Strandfaraskip landsins 

Strandfaraskip landsins eru landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Við lóg er ásett, at Strandferðslan skal lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Virksemið er spjatt kring landið allar dagar á árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur íalt 30 sjó- og landvegis farleiðir: 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir við átta ferjum og 48 bussum. Rakstur av ferðafólkaflutningum við tyrluni er á játtan hjá Strandferðsluni. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið ein góð 1 millión: 500 túsund við ferjunum, 500 túsund við bussunum, 130 túsund akfør og 10 túsund við tyrluni. Starvsfólkahópurin er áleið 180 fólk, mest skipsmanningar. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovuna.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið