Yrkisdepilin
Útgivið
1. april 2026
Útgongur
30. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Starv sum skrivstovufólk í Yrkisdeplinum
Yrkisdepilin sóknast eftir einum dugnaligum fólki at arbeiða 30 tímar um vikuna á
skrivstovuni í Yrkisdeplinum frá 15. mai 2026.

Ábyrgdarøkið hjá stovninum er fjølbroytt. Vit arbeiða tætt saman við pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum, lærumeistarum og lærlingum, umframt føroyskum og donskum
skúlum. Nógv samskifti er við partarnar bæði umvegis telefon, teldupost, og tá fólk koma
inn á gólvið.

Saman við okkum, ið starvast her, verður tú við til at tryggja eina góða fyrisiting og at
veita okkara viðskiftafólkum eina dygdargóða tænastu. Tú kemur at arbeiða nógv við
telduskipanum, eitt nú við journalskipanini 360, við heimasíðuskipan og útgjaldsskipan,
umframt øðrum innanhýsis skipanum.

Starvið
Dagligur rakstur
Verða við til at skipa fyri, at dagligi raksturin hjá Yrkisdeplinum verður framdur. Tað er:

  • At svara fyrispurningum frá okkara viðskiftafólkum umvegis telefon og teldupost
  • At ansa móttøkuni
  • At stovna mál og journalisera í 360
  • At rinda út ferða- og lønarendurgjøld til arbeiðsgevarar sambært umsókn
  • At gera klárt til fundir
  • At røkja skrivstovuna og bókhaldið
  • At loysa ymiskar fyrifallandi uppgávur

Skrivarauppgávur

  • Fyrireika mál til fundir
  • Avgreiða liðug mál
  • Samskipa fundir og syrgja fyri, at nevndarlimir verða avløntir
  • Førleikakrøv

Vit vænta, at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving
  • ert ábyrgdarfull/ur, røkin og nærløgd/-lagdur
  • dugir væl at fara við fólki og trívist við at hava nógv at gera
  • hevur góðar telduførleikar
  • hevur hollar førleikar í føroyskum og dugir væl at samskifta í skrift og talu
  • hevur førleikar til og dugir at lurta eftir og samstarva við fólk við ymiskari sannføring og bakgrund
  • ert tænastusinnað/-ur og dugir væl at fara við fólki
  • ert jalig/-ur av lyndi
  • hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum

Annað
Talan er um ein stovn við 6 starvsfólkum. Tað er umráðandi, at øll starvsfólkini eru
smidlig og sinnaði at átaka sær tær uppgávur, sum eru neyðugar, fyri at stovnurin skal
virka á nøktandi hátt.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt í 5. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsfelagið.

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og
úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin. Yrkisdepilin er í stórari menning, og sum
skrivstovufólk verður tú við til at seta tín dám á hesa menningina.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast við telduposti til:
starv@yrkisdepilin.fo

Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi 30. apríl 2026.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Randi Frederiksberg, stjóra,
á tel. 212000.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið