Strandfaraskip Landsins
Útgivið
25. april 2025
Útgongur
1. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eitt lærupláss á sjónum, har tú vinnur tær siglingartíð í lærutíðini og sleppur heim eftir loknan arbeiðisdag? Strandferðslan leitar eftir ágrýtnum og álítandi elektrikaralærlingi til Smyril, og eitt lærupláss sum elektrikari umborð á Smyrli er kanska júst nakað fyri teg.

Um tú droymir um eina sjóvinnu yrkisleið, so er hetta ein gyltur møguleiki, tí lærutíðin umborð á skipi gevur tær eitt innlit í sjóvinnu rakstur og ein kunnleika til skip. Hetta er ein fyrimunur, um tú ætlar tær víðari innan sjóvinnu.

Lærutíðin

Sum elektrikaralærlingur svarar tú til maskinstjóran. Elektrikararnir umborð koma at skipa tínar arbeiðsuppgávur, og tú skalt gjøgnumføra lærumálini ásett í kunngerð um elektrikaraútbúgving. Tú kemur at arbeiða umborð átta tímar um dagin mánadag til fríggjadag og hevur frí í vikuskiftinum.

Útbúgvingin er ein yrkisútbúgving, har ið tú skiftir millum verkliga læru og skúlagongd, sum er á Glasi í Tórshavn. Í verkligu læruni eru 50 vikur ásettar at vera hjá El-Service í Runavík, har tað er møguligt at leiga eitt kamar til ein sámiligan prís.

Les meira um sjálva yrkisútbúgvingina her:

Elektrikari

Námsskipan fyri elektrikaraútbúgvingina.pdf

Fyrimunir

  • Góðan kunnleika til KT og støddfrøði
  • Hevur skilvísan sans
  • Nærlagni og neyvleiki
  • Lesa og skilja arbeiðsuppgávur og -tekningar
  • Megnar at skjalprógva í samband við arbeiðir
  • Kann leita í lógum og reglum á økinum
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Tænastusinni

Krøv

Galdandi trygdarskeið og heilsuprógv til sjófólk, ið vísir, at viðkomandi er skikkaður til skipstænastu. Strandferðslan rindar fyri trygdarskeið og heilsuváttan.

Setan og løn

Setanartreytir og løn verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag. Føst løn í lærutíðini bæði í arbeiðs- og skúlatíðini. Ynskiligt er, at tú byrjar 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Umsókarfreistin er 1. juni 2025. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til maskinstjóran umborð á Smyrli, á tlf. 293141 ella við at senda ein teldupost til smyril.maskinstjori@ssl.fo

Starvið kann søkjast her:

Líknandi størv

25. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið