Undirvísingarstýrið
Útgivið
25. juli 2024
Útgongur
8. august 2024
Staður
Hoyvíksvegur 72, Faroe Islands
T-post
undirvising@uvs.fo

Lýsing

Undirvísingarstýrið tørvar fólk við kunnleika til kt-umsiting og dygd

Vilt tú royna teg sum “QA-testara” í einum spennandi og fjølbroyttum tíðar-avmarkaðum starvi í størstu kt-verkætlan í undirvísingarverkinum?

 

Um starvið

Tú verður partur av kt-deildini í Undirvísingarstýrinum, sum stendur á odda fyri at gera kt-heildarætlanina 2021-2025 til veruleika. Tú hevur leiklutin sum “QA-testari” og kemur at arbeiða tætt saman við verkætlanarleiðarum og kt-mennarum um at tryggja, at hentleikar í nýggju kt-skipanini Kervi+ virka, sum teir skulu, áðrenn teir verða tiknir í nýtslu.

Hevur tú royndir við kt-umsiting og dugir væl at seta teg inn í nýggjar kt-skipanir, so lat okkum frætta frá tær. Arbeiðið í kt-eindini er á høgum fakligum stigi, og dentur verður lagdur á eitt gott læringarumhvørvi, og at vit samstarva væl.

 

Uppgávur

Uppgávurnar fevna í høvuðslutum um:

  • at arbeiða í “sprintum” eftir SCRUM-menningarleisti
  • at taka lut í regluligum fundum saman við mennaratoyminum
  • at samskipa, stýra og samskifta um test-uppgávur
  • at orða “testcases” til Kervi+
  • at finna feilir í Kervi+

 

Førleikar og royndir

Vit vænta:

  • at tú hevur góðar kt-førleikar og hollar royndir við kt í tínum arbeiði
  • at tú ert fúsur og ferðugur við nýggjum kt-skipan
  • at tú ert væl skipaður og dugir at skapa tær yvirlit
  • at tú evnar at greina og lýsa umsitingarligar mannagondir
  • at tú dugir at hugsa skilvíst um kt-bygnað og at umsita við kt
  • at tað er tær lítið fyri at samskifta og orða teg skrivliga á føroyskum

Fyrimunur er, um tú hevur starvast í útbúgvingarskipanini ella hevur royndir frá umsiting í skúla ella útbúgvingarstovni.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er tíðaravmarkað verkætlanarstarv fulla tíð fram til 31. juli 2025 (skúlaárið 2024/2025) og verður sett 15. august 2024 ella skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvum og lívsrensli skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. august 2024 kl. 12:00.

 

Umsóknin verður stílað til

Undirvísingarstýrið, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við t-posti: undirvising@uvs.fo. Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Mortan Zachariassen, deildarleiðara, tlf: 555074.

Meira um Undirvísingarstýrið og heildarætlaninina er at finna á www.uvs.fo og www.skulin.fo.

Líknandi størv

3. september 2024
30. august 2024
28. august 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið