Autolakkering
Útgivið
16. december 2024
Útgongur
27. december 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hetta kann vera títt dreymastarv, um tú hugsar nýtt og dámar at arbeiða við bilum.

Vit leita eftir einum lærlingi til plátuverkstaðið hjá okkum. Góðska og dygdargott handverk er okkara samleiki, og sum lærlingur hjá okkum sleppur tú at royna teg í øllum uppgávum innan plátusmið.

Vit ynskja okkum lærling, ið er ágrýtin, álítandi og nærlagdur. Arbeiðsdagarnir eru fjølbroyttir og uppgávurnar nógvar. Tí er umráðandi, at tú trívist við nógvum ymiskum uppgávum. Vit vænta, at tú ert kreativ, hevur hug at læra og ikki ræðist spennandi avbjóðingar.

Koyrikort er ikki eitt krav, men tó ein fyrimunur.

Læruplássið verður sett skjótast tilber, men vit bíða fegin eftir tí rætta.

Vilt tú hoyra meira um læruplássið?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Suna, á tlf. 742020. ella senda mail á suni@autolakkering.fo

Starvið verða sett og lønt sambært galdandi lærlingasáttmálum. Lærlingaútbúgvingin inniber skúlagongd í Danmark.

Umsøknin skal sendast til suni@autolakkering.fo

Umsóknarfreistin er 27. Desember 2024.

Um Autolakkering
Vit eru eitt av Føroya bestu plátuverkstøðum. Toymið telir upp í 14 starvsfólk og vit hava eitt nýtt plátuverkstað í Gøtu. Arbeiðsumhvørvið er gott, og tú fært møguleika at seta tín persónliga dám á arbeiðið.
Vit hava nógv starvsfólkatiltøk um árið, tí fyri okkum er tað av stórum týdningi, at okkara starvsfólk trívast

Líknandi størv

Verkætlanarleiðari til Kjarnuna   Faroe Islands nýtt
19. december 2024
Elskar tú bilar og litir?   Faroe Islands nýtt
16. december 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið