Lýsing
Vilt tú verða partur av einum spennandi arbeiðsplássi, í einum umhvørvi har ferðavinnan blomstrar, har føroyingar og ferðafólk koma gjøgnum alt summarið.
Café Sólja er ein lítil hugnalig café í Tjørnuvík, har vit leggja stóran dent á hugna, nærveru og at geva kundunum eitt gott upplivilsi.
Talan er um tíðaravmarkað størv frá mai til septembur.
Eitt starv á 30 tímar um vikuna og eitt starv annan hvønn leygardag og annan hvønn sunnudag.
Dámar tær væl at hava nógv at gera, tímir væl at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, og hevur møguligar royndir innan café virksemi, so er tað kanska tær vit leita eftir.
Um hetta hevur tín áhugað ella tú hevur spurningar, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reidunn á tlf.213016