Lýsing
Ert tú okkara nýggi verkætlanarleiðari?
Ert tú klár/ur at hava ábyrgdina av verklagsarbeiðum? Hevur tú samastundis hug, at arbeiða í fríum rammum og brúka tín serkunnleka og yrkisføri í eini føroyskari fyritøku við altjóða sambondum? So hevur tú nú møguleikan, at gerast partur av eini fyritøku í stórari menning! RTS Contractors er ein fyritøka, ið átekur sær spennandi og fjølbroytt verklagsarbeiðir av øllum slagi og stødd, í bæði Føroyum og Grønlandi.
RTS Contractors er í sama samtaki sum MT Højgaard Føroyar, og er tí natúrliga í tøttum samstarvi við MT Højgaard, bæði í Føroyum og arðastaðni í heiminum.
Tínar dagligu uppgávur verða í høvuðsheitum at:
• Stýra og uppfylgja fíggjar- og tíðarætlanum.
• Tryggja, at øll góðsku-, umhvørvis- og trygdarkrøv verða yvirhildin.
• Samskifta við ráðgevar og mynduleikar.
• Skapa eitt gott samstarv á plássunum og ein góðan opnan fakligan dialog.
Um teg:
Tú ert útbúgvin byggifrøðingur, verkfrøðingur ella líknandi. Gjarna bygt á eina handverksliga útbúgving Skipað/ur og hevur áhuga fyri verklagsarbeiði í øllum støddum, stórum og smáum.
Tú hevur:
• Royndir við at leiða verklagsabeiðir ella aðrar verkætlanir.
• Skil fyri tølum og KT og veist hvat góður handilsskapur er.
• Evnini at fáa loysa uppgávur, eisini í fastløstum støðum.
• Góð samskiftisevnir og kannst eggja og vegleiða títt toymi.
• Gott og lætt sinnalag, og sært møguleikar, heldur enn forðingar.
Vit vænta, at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.
Vit bjóða eitt gott og mennandi arbeiðspláss har tú fært:
• Eitt sjálvstøðugt og ábyrgdarfullt arbeiði, í eini spennandi fyritøku.
• Góðar arbeiðsumstøður við nógvum frælsi við ábyrgd.
• Møguleika fyri bæði fakligari og persónligari menning.
Eisini við samstarvið tvørtur um landamørk.
Umsøkn:
Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast til rts@rts.fo og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 01. juli 2021.
Tú kannst fáa meir at vita um starvið, við at tosa við Andrias Lamhauge, Stjóra tlf.: +298 500 800, t-post: andrias@rts.fo. RTS Contractors var stovnað í 1997 og hevur síðan 2007 eisini arbeitt í Grønlandi. Í Fyritøkuni starvast í løtuni 30+ fólk. MT Højgaard International A/S eigur 80% av fyritøkuni.