
Lýsing
Um tú ikki skalt undir lesnað í ár, kunnu vit bjóða tær ein góðan møguleika at betra um títt CV samstundis sum tú kanst økja um tína uppsparing.
J&K Petersen søkir eftir arbeiðsfólki til ófaklært- og fyrifallandi arbeiði av ymiskum slag. Vit arbeiða kring stórsta partin av landinum.
Tínir førleikar
Vit vænta, at tú hevur áhuga í at arbeiða í einum umhvørvi har nógv er at gera og nógv er at læra.
Persónligir eginleikar
Tú ert álítandi og nærløgd/-lagdur. Eisini vænta vit, at tú ert ábyrgdafull/-ur og trívist væl millum nógvar starvsfelagar.
Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036 ella tú kanst senda eina umsókn til: starv@jkp.fo
Størvini vera sett eftir nærri avtalu.
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum á økinum.
Um J&K Petersen
J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings-, tunnils- og havnaarbeiði fæst fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 170 fólk starvast í fyritøkuni.
FØROYSK BYGGING - FAKLIGUR STOLTLEIKI”