Lýsing
Hevur tú hug til nýggjar og áhugaverdar avbjóðingar? Stýr stendur í vøkstri og tørvar enn fleiri dugnaligar mennarar. Vit veita loysnir til fíggjarstýring í Business Central og hava ein stóran kundaskara í Føroyum og ein vaksandi kundaskara í Danmark.
Menningarumhvørvið er grundað á tøkni frá Microsoft.
Tað er ikki neyðugt, at tú hevur royndir við tøknini, sum vit nýta, tí vit veita holla upplæring. Hinvegin er tað umráðandi, at tú hevur hegni og áræði at seta teg inn í nýggja tøkni.
Tú hevur
- KT-útbugving, ella samsvarandi royndir
- Áhuga fyri web og app menning
- Áhuga fyri KT-loysnum til fíggjarstýring
- Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
- Áhaldandi og miðvíst arbeiðslag
Vit bjóða tær
- Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
- Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
- Hollar og hjálpssamar starvsfelagar
- Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
- Bestu staðseting í býnum
- Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir
Spurningar?
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Otto Christiansen, toymisleiðara fyri menning – telefon 551556, teldupost oc@styr.fo. ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.
Umsókn
Umsókn við CV og prógvum verður at senda til starv@styr.fo í seinasta lagi mánadagin 19. januar