Tórshavnar kommuna
Útgivið
13. september 2024
Útgongur
29. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir familjuráðgeva. Talan er um eitt barsilsstarv á 40 tímar um vikuna frá 15. oktober 2024 til 1. november 2025.

Um starvið
Barnaverndartænastan er partur av Sosialu deild, sum aftur er partur av Trivnaðarfyrisitingini. Á deildini verður tú partur av einum tvørfakligum toymið við 14 sosialráðgevum, 5 familjuráðgevum, 2 sálarfrøðingum og 2 skrivarum umframt leiðslu.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú gerst partur av einum familjuráðgevaratoymið, sum arbeiðir við at ráðgeva og stuðla familjum, ið eru fevndar av barnaverndarlógini. Endamálið er at tryggja, at børn ikki liva undir viðurskiftum, sum eru skaðilig fyri teirra heilsu og menning. Í arbeiðinum møtir tú, sum familjuráðgevi, fólkum í ymiskum aldursbólkum og umstøðum, eitt nú ymisk familjumynstur, sálarlig, sosial og fíggjarlig viðurskifti.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

18. september 2024
Fíggjarleiðari   Faroe Islands nýtt
18. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið