Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
17. oktober 2024
Útgongur
30. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt tíðaravmarkað starv sum námslektari í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði leyst at søkja. Starvið fevnir um undirvísing í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði og er tíðaravmarkað til eitt ár.

Førleikakrøv
Fyri at verða sett/ur í starv sum námslektari er neyðugt at hava góðan fakligan førleika, í minsta lagi master- ella kandidatútbúgving í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði.

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur undirvísingarroyndir.

Góðir málførleikar í føroyskum, skandinaviskum og enskum eru kravdir, og tað er somuleiðis ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur gott innlit í føroysk búskaparviðurskifti.

Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, møgulig vísindalig avrik og arbeiðsroyndir. Møguligar undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing, saman við eftirmetingum, um tílíkar eru til taks.

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt við at nýta leinkið niðanfyri.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreist er 30. oktober 2024. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt.
Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við.
Dagligi starvsstaðurin er Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, 100 Tórshavn.

Nærri upplýsingar
Um starvið fáast við at venda sær til Herit Albinus, útbúgvingarleiðara, herita@setur.fo, ella til Eriku Hayfield, dekan, erikah@setur.fo.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum.

Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og 180 starvsfólk.
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum.
Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið