Lýsing
Dámar tær at arbeiða við maskinum og trívist tú í einum dynamiskum og virkisfúsum arbeiðsumhvørvi? Vit hava nógv at gera í grót- og skervframleiðsluni, og tí leita vit eftir einum nýggjum starvsfelaga til grótbrotið á Hústofti, sum vil vera við til at tryggja eina smidliga og effektiva grót- og skervframleiðslu.
Arbeiðsuppgávur
Tú fert at arbeiða við knúsing av gróti og koyra dumpara og aðrar entreprenørmaskinur.
Tú verður partur av dagligu framleiðsluni og fert at hava ein týðandi leiklut í, at hon koyrir smidliga.
Tú fert at luttaka í viðlíkahaldi av útgerð, so vit tryggja eina støðuga og trygga framleiðslu.
Eisini verða onnur fyrifallandi arbeiði ein partur av uppgávunum
Um teg
Royndir við líkandi arbeiði er ein fyrimunur, men ikki eitt krav – vit læra teg fegin upp! Vanligt koyrikort er eitt krav, og vit vænta, at tú ert før/ur fyri at koyra vanliga entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur stóra koyrikortið.
Vit leggja dent á trygd, so tað er umráðandi, at tú vísir arbeiðinum ans og fylgir galdandi trygdarreglum.
Sum persónur ert tú ágrýtin, fyrikomandi, fleksibul og til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, eins og at geva eina hjálpandi hond.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært avvarðandi sáttmála.
Arbeiðsstaðurin er í grótbrotinum á Hústoft, men vit vænta, at tú ert fleksibul og til reiðar at loysa uppgávur aðrastaðni á deildini, um tørvur er á tí. Harumframt má roknast við nakað av úrtíðararbeiði.
Umsóknir
Send okkum tína umsókn saman við einum stuttum lívsrensli (CV) umvegis heimasíðu okkara. Umsóknarfreistin er 25. apríl 2025.
Hevur tú spurningar um starvið? Ring ella send ein teldupost til Jákup Paula Jacobsen, formann á Hústofi, á 290 921 ella jpej@lv.fo.