Strandfaraskip Landsins
Útgivið
29. september 2025
Útgongur
12. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Verð við til at binda Føroyar saman

Um starvið
Strandferðslan sóknast eftir ferðslusamskipara, ið skal vera við til at skipa og menna okkara fólka – og farmaflutning á Bygda- og Oyggjaleiðum.

Sum ferðslusamskipari hevur tú ábyrgd av dagligu samskipanini av ferðsluni á landi og á sjógvi og er við til at tryggja, at okkara flutningur er vælvirkandi alt samdøgri. Eisini verður tú partur av menningini av okkara tænastum og kann átaka tær ymiskar samskiftisuppgávur innan kundatænastuøkið. Arbeiðið er sera fjølbroytt og inniheldur bæði fyrisitingarligar og praktiskar uppgávur.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tín starvsstaður er á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri.

Høvuðsuppgávur sum ferðslusamskipari eru eitt nú at

  • skipa dagliga samskipan millum bussveitarar, skipsleiðslur og høvuðsskrivstovuna hjá SSL.
  • veita kunning gjøgnum heimasíðu, kunningarskipanir og fjølmiðlar
  • gera og dagføra mannagongdir og hondbøkur fyri at tryggja smidliga fyrisiting og rakstur
  • skipa fyri skeiðum og mennandi tiltøkum fyri starvsfólki á Bygda- og Oyggjaleiðum
  • hava høvuðsábyrgd fyri sáttmálaeftirliti við Bygdaleiðum
  • luttaka í arbeiðinum at gera ferðaætlanir
  • umsita leigu- og flutningsavtalur, herundir eisini at umsita útoyggjastuðulin

Eitt týdningarmikið starv
Strandferðslan er ein livandi fyritøka, ið hevur nógvar ymiskar uppgávur. Okkara høvuðsuppgáva er at binda Føroyar saman, og vit hava tørv á einum starvsfólki, sum ynskir at gerast partur av okkara menning, og sum hevur ein opnan og forvitnan hugburð. Ferðslusamskiparin er ein lykilpartur í arbeiðinum hjá Strandferðsluni. Við hesum leiklutinum ert tú við til at tryggja, at føroyingar hava álit á ferðslu og at samfelagið hongur saman tvørtur um oyggjarnar. Tí kanst tú rokna við nakað av ferðing runt alt landið í sambandi við fundir og eftirlit á Bygda- og Oyggjaleiðum.

Formlig krøv
Fyri at kunna søkja starvið krevst, at tú hevur:

  • Útbúgving ella royndir innan logistikk, ferðslustýring/samskipan ella líknandi
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og málrættað
  • sjálvstøðugt arbeiðslag og raðfestir mál og uppgávur skilagott
  • lætt við at greiða frá og miðla boðskap, bæði munnliga og skrivliga
  • góðan KT-kunnleika og er til reiðar at seta teg inn í nýggjar kt-skipanir, ið tú skal umsita og menna saman við øðrum starvsfólkum.

Onnur viðkomandi krøv
Vit meta tað sum ein fyrimun, um tú:

  • hevur royndir innan almennan stovn ella samskipan av stórum uppgávum
  • hevur gott innlit í samferðslukervið í Føroyum

Setan, løn og umsókn
Starvið verður sett 1. desember ella eftir nærri avtalu, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðara, á +298 293081, ella das@ssl.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 12. oktober 2025. Til ber at søkja starvið her.

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið